Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mótmæla at íslendski læknin verður uppsagdur

Sverri Egholm

02.12.2017 - 17:56

Tíðindi >

Landssjúkrahúsið steðgar samstarvinum við íslenfska læknan Kristján Skúla Ásgeirsson. Tað váttaði Johan Jansson, læknastjóri, fyri Kringvarpinum í vikuni.

Kristján Skúli Ásgeirsson er bróstskurðlækni og hevur viðgjørt nógvar kvinnur í Føroyum fyri bróstkrabba.

Men nú mótmæla føroyskar kvinnur, sum allar hava havt krabbamein, og eru farnar at savna undirskriftir.

- Vit vilja við hesum staðiliga heita á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og á landsstýriskvinnuna í heilsumálum um ikki at slíta samstarvið við bróstaskurðlæknan Kristján Skúli Ásgeirsson, sum í 8 ár hevur tikið sær so fyrimyndarliga væl av føroyskum bróstkrabbasjúklingum.

Í skrivandi stund hava 41 fólk skriva undir.

Til ber at fylgja við her