(Mynd: Sverri Egholm)

Mótmæla uppsøgn av Kristján Skúla: Handaðu næstan 700 undirskriftir

Sverri Egholm

13.12.2017 - 15:31

Tíðindi >

Seinnapartin fingu Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum handað 693 undirskriftir. Mótmælt verður, at samstarvið millum íslendska brósskurðlæknan Kristján Skúla Ásgeirrson og Landssjúkrahúsið steðgar.

Tað eru tær tríggjar Mary Antonsdóttir, Susanne Joensen og Asloy Johnsen, sum hava staðið fyri innsavningini, og eisini tær, sum handaðu undirskriftirnar. Tær hava allar verið raktar av brótskrabba og hava fingið viðgerð frá íslendska læknanum.

- Vit hava fingið so fantastiska viðgerð og hann hevur tað menniskjasliga. Tað verður tikið hond um sjúklingin uppá ein máta sum eg ikki trúgvi, at aðrir læknar gera, sigur Susanne Joensen.

- Millum annað við at vit fáa eitt telefonnummar og kunnu ringja alt samdøgrið. Tað merkir ikki, at man altíð ger tað, men man hevur møguliga. Tað trúgva tær ikki uppá, at nakar annar lækni kann gera, sláa tær tríggjar fast.

Tær gera vart við at samstarvið hevur riggað so væl í átta ár, og tað er eingin orsøk til at steðga nøkrum, sum rigga so væl.

Ronnie Midjord, landssjúkrahússtjóri segði, at hann var ovfarin av nógvu undirskriftunum, men afturvísur at Kristján Skúli skal vera uppsagdur.

Hann bleiv kunnaður um, at Landssjúkrahúsið arbeiddi við at gera eina aðra avtalu á einum størri sjúkrahúsið, so alt varð samlað. Og tá metti Kristjan Skúli seg vera uppsagdar, greiðir Ronnie Midjord frá.

Enn er ikki støða tikin um hvat hendir víðari í málinum.

Undirskriftirnar síggjast her