Mynd: EPA

Mótmæltu við skóm í Paris

Steinar Patursson

30.11.2015 - 08:17

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Veðurlagsbroytingar

Veðurlagstingingar eru í Paris í dag, men orsakað av yvirgangsatsóknunum 13. november hevur franska stjórnin gjørt av at seta fyribils bann fyri mótmælisgongum og øðrum mótmælistiltøkum, har nógv fólk verða savnað.

Í besta franska stíli skuldi tó mótmælast á onkran hátt, og tí fingu mótmælisfólk tað hugskot at leggja út skógvar á Place de la Republique, ið skuldu ímynda eina mótmælisgongu.

Undir heitinum No Planet B vildu mótmælisfólkini gera vart sína ónøgd, at ríkisleiðarar ikki taka veðurlagsbroytingar í nóg stórum álvara, hóast tað er eitt álvarsmál.

Millum tey 20.000 pørini av skóm, ið vóru á Place de la Republique, vóru eisini einir svartir skógvar hjá Frans páva og renniskógvarnir hjá Ban Ki Moon, aðalskrivara í Sameindu Tjóðum, ið báðir áður hava víst á álvaran av veðurlagsbroytingum.

Sí myndir av skógvamótmælinum niðanfyri.