Smyril liggur framvegis við bryggju á Krambatanga (Vevmynd frá portal.fo)

Motorarnir startaðu ikki: Smyril liggur við bryggju

Snorri Brend

25.09.2014 - 13:13

Tíðindi >

Tað gekk ikki eftir vild, tá Smyril skuldi fara frá bryggju í morgun á Krambatanga.

Motorarnir startaðu snøgt sagt ikki.

Hetta hevur so havt við sær, at hann ikki kundi loysa frá ferjuleguni, og enn minni seta kósina móti Havnini.

Talan er um eitt tekniskt brek, sum menn eru farnir at loysa.

Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari sigur við Portalin, at menn arbeiða við at fáa motorarnar í gongd aftur.

- Eg siti sjálvur umborð á Smyrli nú. Tann seinasta informasjónin er, at hetta arbeiðið kann taka eina løtu aftrat, sigur hann.

Júst, hvussu leingi tað fer at taka til Smyril fer til Havnar, er ógjørligt at siga.

Men ferðslusamskiparin hjá Strandferðsluni vónaði, at tað kann verða innan fyri tann komandi tíman.

- Tað verður arbeitt av allari megi at fáa loyst trupulleikan.