Mynd: Olaf Olsen

Móttøka á Tinganesi

Steinar Patursson

15.09.2015 - 16:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Móttøka er á Tinganesi fyri nýggja landsstýrinum, og eru politikarar, miðlar, floksfólk og onnur áhugað komin saman

Kaj Leo Holm Johannesen, fráfarandi løgmaður, takkaði fyri seg og handaði blómutyssi til fráfarandi landsstýrið, samstundis hann takkaði teimum fyri. Kaj Leo Holm Johannesen sendi síðani Aksel V. Johannesen eina heilsan og ynskti honum góða eydnu við starvinum sum løgmaður.

Síðani slapp Aksel V. Johannesen framat, og handaði hann fráfarandi løgmanni umframt nýggja landsstýrinum blómutyssi og tilnevningarskjal, nú tey skulu til verka at stjórna landinum.