Joao Moutinho (Mynd: Jens Kr. Vang)

Moutinho: - Vit hava virðing fyri føroysku leikarunum

Niels Petersen

09.10.2016 - 18:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Spurdur um hann kendi nøvnini á føroysku leikarunum, mátti Joao Moutinho svara, at tað gjørdi hann ikki, men at teir tó høvdu virðing fyri, hvat føroyingar megna. Hann metir tó, at Portugal er greiður favorittur.

- Vit vita, at vit eru favorittar, og tað er upp til okkum at vísa okkara dygdir. So skal tað nokk ganga, segði miðvallarin, Joao Moutinho við tíðindafundin í kvøld.

Portugal, sum vann EM í Fraklandi í summar er eitt spennandi mótstøðulið, og tað sæst eisini aftur á øllum hypinum kring kendasta leikaran, Cristiano Ronaldo.

- Portugal er málið hjá øllum. Øll vilja vinna á okkum, so tað liggur eitt ávíst trýst á okkum, sigur Joao Moutinho. Hann segði seg tó vera sannførdan um, at leikararnir eru 100 % klárir.