(Mynd: torshavn.fo)

Múrurin skal koma til heiðurs og æru aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

06.06.2018 - 08:15

Mentan > Mentan > Søga

Ólavur Hátún er stigtakari til eitt átak í Kirkjubø sunnudagin, har umboð fyri landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar eru boðin til konsert í Múrinum og framløgu í Stokkastovuni, har arkitekturin Albert Isfeld fer at vísa tekning og greiða viðkomandi innbodnum frá, hvussu útbygging við lítið sjónligari glastekju, ísettum kirkjuvindeygum og hurð fyri kann fremjast, uttan at skala Múrin sum fornminni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Fyrireikararnir vísa á, at múrurin í Kirkjubø er okkara fremsta fornminni og eisini serstakur í altjóða meting. Men heilskapaður, sum hann er, hevur hann eisini í sær møguleika til uttan órógvandi viðgerð sum fornminni eisini á hesum søguliga stað aftur at kunna gerast virðiligur virkin miðdepil í okkara ands- og mentanarlívi.

Fyri at vekja ans um hendan møguleika er fyrireiking gjørd til at hava ein summarsligan kórstevnudag í Múrinum, har kór í Suðurstreymi fara at hava konsert við einsæris sangskráum og við framførslum í felagskóri við orkesturfylgispæli.

Konsertin er løgd til at verða sunnudagin 10. juni kl. 17.00 í teirri vón, at tað tá verður turt og stilt veður. Verður ikki so, verða framførslurnar fluttar. Eftir konsertina verður stuttur fundur í Stokkastovuni, har arkitekturin Albert Isfeld fer at vísa tekning og greiða viðkomandi innbodnum frá, hvussu ein útbygging við lítið sjónligari glastekju, ísettum kirkjuvindeygum og hurð fyri kann fremjast, uttan at skala Múrin sum fornminni, siga stigtakararnir.