Music Road Pilots.

Music Road Pilots og Uni Debess á Sørvágs Country & Blues Festivali


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

01.01.2017 - 18:35

Mentan > Mentan > Tónleikur

Sørvágs Country & Blues Festivalur 2017 verður í døgunum 08. og 10. juni á Dungasandi.

Og í dag vórðu tvey tey fyrstu nøvnini avdúkað. Tað eina var føroyskt, meðan hitt var útlendskt.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Sørvágs Country & Blues Festivali.

Harundir er tað føroyska navnið Uni Debess, sum hevur spælt á festivalinum fyrr, meðan tað útlendska navnið er Music Road Pilots úr Hollandi. Teir spæla, sambært fyriskiparunum, modernaðan country rock/pop tónleik. Ì Nashville 2016 vóru teir nomineraðir til at gerast besti bólkur í heiminum innan nýmótans country-tónleik.