Mynd av Havnini út til milliónir av fylgjarum

Ingi Samuelsen

10.10.2016 - 11:38

Tíðindi >

Útsýnið oman móti havnini av Marknagili er í dag vorðið kunnugt hjá milliónum av fólkum eftir at sjálvasti Cristiano Ronaldo hevur lagt eina mynd út á sosialu miðlarnar í dag.

Morning walk kallar hann myndina, sum er tikin úr økinum beint undir Hotel Føroyum, har bæði portugisiski og føroyski landsliðshóparnir búgva.

Cristiano Ronaldo hevur ikki færri enn 47,3 milliónir fylgjarar á Twitter og 117 milliónir ’likes’ á Facebook.