(Mynd: EPA)

Myndarøð: Danir søgdu Henriki prinsi farvæl

Ingi Samuelsen

20.02.2018 - 13:27

Tíðindi > Danmark

Danir søgdu í dag Henrik prinsi farvæl, tá kórsetingin var í Christiansborg slotskirke.

Tá líkið av prinsinum er brent - kremerað - verður øskan býtt í tvey. Annar helmingurin verður stroyddur út yvir danskan sjógv, meðan hin helmingurin verður goymd í eini øskukrukku, ið verður sett í urtagarðin við Fredensborg slot.

Vit hava savnað nakrar av myndunum, sum EPA-myndatænastan hevur sent út síðan deyðsboðini um Henrik prins frættust 13. februar.