Soleiðis sóu nakrar av føroysku heimasíðunum út í 90unum. Undir greinini er myndarøð.

Myndarøð: Soleiðis sóu føroysku heimasíðurnar út í 90unum

Sverri Egholm

23.08.2016 - 18:01

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Tað eru í dag 25 ár síðani, at fyrsta heimasíðan kom alment út á internetið. Menningin hevur gingið við tí rúkandi ferð og heimasíðurnar sóu munandi øðrvísi út tá í mun til nú.

Tíðindamiðlar og fyritøkur vóru skjót á internetið í hálvfemsunum. Tað eru í ár 20 ár síðani at Portalurin - sum tá hevði navnið Olivant.fo - kom út. Tað var 1. mars 1996. Portalurin hevur seinastu nógvu árini verið nógv mest vitjaða heimasíðan í Føroyum og er eisini broyttur nógv síðani tá.

Umvegis Wayback machine hava vit niðanfyri savnað nakrar av heimasíðunum, sum komu út síðst í hálvfemsunum og í ár 2000.