Mynd: Jens Kristian Vang

Myndir: Ruth vitjaði Kvívík

Kiran Jóanesarson

28.06.2016 - 18:29

> Tíðindi > Føroyar

Um 18 tíðina í kvøld, vitjaði stásiliga uppsjóvarskipið, Ruth, Kvívík, har ein av eigarunum, Gullak Madsen, er ættaður.

Ruth kom heilt nær bygdini, og snaraði síðan tríggjar ferðir í stýriborðssíðu. Sigldi so út frá og sigldi inn aftur og flytaði tríggjar ferðir, sum gamal siður er.

Tá ið Ruth hevði heilsað uppá Kvívík, settu teir kós móti Havnini, har teir skulu hava útgerð frá Vónini. Ruth verður liggjandi á Havnini í allan morgin aftrat.