Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Á skíð á Sornfelli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

30.12.2017 - 14:54

Mentan >

Um middagsleitið vóru vit á Oyggjarvegnum við Sornfelli, har nøkur fólk hava valt at brúkt dagin at standa á skíð.

Tað vóru eini 20 fólk, og koyrt varð niðan á Sornfelli við bilum. Nøkur teirra vóru eisini í gjár, men tá var ovasti parturin av Sornfelli ikki grivin, so tá blivu tað ikki líka nógvir túrar. Í dag lá betri fyri.

- Ein lyft hevði tó ikki verið á vegnum, søgdu tey.

Vit tóku nakrar myndir.