Mynd: Fríðálvur Tindskarð

Myndir: Arbeiðið at byggja nýggja Beinur gongur gott



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

17.11.2015 - 07:05

> Tíðindi > Danmark

Arbeiðið at byggja nýggja stásiliga uppsjóvarskipið, Beinur, ið føroyingar í Hirtshals lata byggja gongur sum ætla.

Skrokkurin verður gjørdur í Póllandi, og tá ið tað er gjørt verður skipið sleipað til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

- Arbeiðið gongur sum ætlað, og so skjótt skrokkurin er gjørdur verður skipið sleipað til Skagen, har arbeiðið skal gerast liðugt, upplýsir Fríðálvur Tindskarð, ið er ein av eigarunum.

Nýggi Beinur kostar umleið 215 mio krónur, og tað er familjan Hirtshals, ið letur skipið byggja.

Skipið verður 78 metrar langt, 15,50 metrar breitt og fer at stinga umleið 10 metrar. Skipið skal eftir ætlan latast eigarunum í juli í komandi ár.

Les meira um nýggja Beinur her.