(Mynd: Reidar F. Joensen)

Myndir: Áskoðararnir skaptu eina fantastiska finalu

Niels Petersen

28.08.2016 - 12:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Áskoðaramet varð sett í gjárkvøldið, tá Løgmanssteypafinalan varð spæld á Tórsvølli. 4652 áskoðarar vóru til dystin, og teir settu sín greiða dám á. Langt áðrenn dystin møttu hundraðtals fjepparar, og beinanvegin var lagið har. rópan og geylan, trummur, fløgg og bannarar, hvørt um annað. Fyri ikki at tala um konfetti, sum allan dystin var grýtt inn á vøllin. Tað má hava verið eitt heilt serligt upplivilsi at spæla finaluna undir sovorðnum kørmum.

KÍ fjepparar vóru kanska fleiri í tali, men Víkinga fjepparar smæddust avgjørt ikki burtur. Alla somlu tíðina kempaðu áskoðarafjøldirnar ein intensan innanhýsis dyst um, hvørji vóru mælskari. Vit hoyrdu ymiskar fjepparasangir, og sjálvandi onkran argandi sang, men tað ger ikki petti. Tað skal til.

Portalurin hevði myndamannin Reidar F. Joensen til finaluna, og hann tók millum aðrar hesar myndirnar, sum síggjast niðanfyri, av sera væl uppløgdu áskoðarunum í gjárkvøldið.