Mynd tikin frá Longyearbýnum í Svalbard (Mynd: EPA)

Myndir av supermánanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

01.02.2018 - 14:53

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Dagurin í gjár var ein serligur dagur á himmalhválvinum. Talan var um trý fyribrigdi, sum ikki henda so ofta, sum hesaferð hendu samstundis.

Supermáni verður fyribrigdið kallað, tá Mánin kemur so tætt at Jørðini, at hann er innan fyri 10 prosentum av tí, sum yvirhøvur er gjørligt, og tað samstundis er fullmáni. Slíkt hendir umleið 14. hvønn mánað.

Men samstundis var eisini full mánamyrking, har Mánin ferðast inn í skuggan frá Jørðini. Hetta gevur Mánanum eina reydliga glæmu. Slíkt hendir tvær ferðir um árið.

Harafturat var eisini talan um sokallaðan bláan mána – hetta heitið verður brúkt, tá fullmáni kemur fyri tvær ferðir í einum kalendaramána. Tað hendir við 2,7 ára millumbili.

Vit hava savnað nakrar av myndunum, sum vóru tiknar av bláa/reyða fullmánanum í gjár.