Mynd: Jens Kristian Vang

Myndir: Nú sæst nýggja Bakkafost á Glyvrum

Jógvan H. Gardar

27.05.2015 - 11:40

> Vinna & Tøkni > Alivinna

Gongd er nú komin á byggingina hjá Bakkafrost á Glyvrum. Talan er um góðskingarpartin av framleiðsluni hjá føroyska alirisanum.

Bakkafrost er í gongd við eina fimmára íløguætlan sum er tann størsta nakað privat føroyskt felag nakrantíð hevur gjørt.

- Íløgur verða gjørdar stigvíst í øll lið í virðisketuni. Høvuðsendamálið við íløgunum er at minka um lívfrøðisliga váðan, at betra um kappingarførið og økja framleiðsluorkuna, segði nevndarformaðurin Rúni M. Hansen á aðalfundinum hjá Bakkfrost herfyri.

Fimm-ára íløguætlanin frá juli 2013 varð hækkað við 470 milliónum krónum í august 2014 til eina samlaða upphædd á 1,5 milliard krónur.

- Sáttmálar eru undirskrivaðir við bæði útlendskar og føroyskar veitarar. Tað gleðir okkum at síggja, at føroysku veitararnir eru kapp­ingar­førir bæði í góðsku og prísi. Við útbyggingunum tryggja vit, at føroyskur laksur framhaldandi verður virðisøktur í Føroyum og ikki uttanlands. Hetta er eisini tengt at, at vinnuligu karmarnir framvegis verða kapingarførir, segði Rúni M. Hansen.

Umframt nýggja virkið sum nú reisit á Glyvrum, so eru eisini íløgurt gjørdar í aðrar partar av fyrirøkuni, millum annað eru útbyggingar framdar og eru í gongd av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Viðareiði. Í juni kemur so nýggi brunnbáturin, Hans á Bakka.

2015 er árið í hesi fimm-ára ætlan tá størstu íløgurnar verða gjørdar.