Myndir: Bjarni syfti skúlastjóran upp um høvd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.11.2016 - 12:26

Mentan >

Stórur rómur var á skúlabørnunum á Skúlanum við Løgmannabreyt, tá føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, ikki gjørdi mætari enn at taka skúlastjóran, Høgna Joensen, og lyfta hann upp um høvd. 

Bjarni Nielsen, og nakrir av hinum stóru og sterku monnunum, sum skulu kappast á Toyota Battle í høllini á Hálsi í annaðkvøld, vóru á vitjan á skúlanum í morgun fyri at vísa vøddar og skriva autografar.

Tveir av allarmætastu monnunum í Evropa fyri tíðina, Laurence Shahlaei og Zydrunas Savickas, vera við í kappingini. Laurence er sterkasti maður í Evropa fyri tína og er tvær ferðir kosin sterkasti í Bretlandi, meðan "Big Z", sum stóri litavin verður kallaður, fýra ferðir er kosin heimsins sterkasti maður.

Hinir luttakararnir í kappingini í annaðkvøld eru Mikkel Leicht, sterkasti maður í Danmark, norðmenninir Bjørn Andre Solvang og Jon Olav Granli.