Ragnar Isaksen, besti føroyski harrin higartil á oyggjaleikunum

Myndir: Bloyttir golfleikarar stríðast fyri æruna

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 18:44

Ítróttur > Ítróttur > Golf

Fyrst stríddust føroysku golfleikararnir við hitan. Í dag stríddust teir við regn.

Dagurin í dag var meira líkur føroyska veðrinum. Allan fyrrapartin oysti regnið niður á Jersey, og tað hevði eisini sína ávirkan á spælið. Men umstøðurnar vóru meira líkar teimum, sum føroyingarnir eru vanir við á Glyvursnesi, hóast vindurin ikki var tann nógvi, og hitin á regnvatninum, sum rann niður eftir rygginum nakað flógvari enn tað, sum føroysku golfspælararnir eru vanir við.

Veðrið var so mikið hóttandi, at spælararnir vórðu kallaðir inn eitt skifti av ótta fyri torusláttri. Torusláttur er rættiliga vandamikil fyri golfspælarar. Teir ganga ofta á opnum økjum, við ”snarljósleiðarum” – regnskjóli og

Bo Knudsen var tann, sum kláraði seg best í dag. Hann spældi tey 18 holini í 88 sløgum og hevur nú tilsamans brúkt 280 sløg í trimum rundum.

Ragnar Isaksen er tó besti føroyingurin. Hann brúkti 98 sløg í dag, og hevur tilsamans brúkt 277.

Janus Norðberg gekk í 98 sløgum í dag og hevur tilsamans brúkt 290, meðan Óskar Eiríksson hevði ein keðiligan dag í regninum í dag. Brúkti 107 sløg, 296 tilsamans. Av tí at spælið varð skotið av eru allir leikararnir ikki lidnir við sína rundu enn, og vit vit enn ikki hvussu støðan er í liðkappingini, heldur ikki hvussu føroyingarnir liggja samlað.

Í kvinnukappingini hevði Finngerð Sólbjørg Clark sína keðiligastu rundu higartil við 91 sløgum. Tað gevur 262 tilsamans og røkkur til eitt flott 18. pláss.