(Mynd: Tommy Ton)

Myndir: Blue Fashion myndirnar hjá heimskenda Tommy Ton

Ingi Samuelsen

25.10.2017 - 12:17

Mentan > List > Sniðgeving

Átakið Blue Fashion Challenge, sum Nora skipaði fyri á Öström í Havn í august mánaði hevur fingið stórt uppmerksemi, bæði í Norðurlondum og aðrastaðni við.

Talan var um at vita, hvat mótaskaparar kundu fáa burtur úr burðardyggum sjótilfeingi um okkara leiðir. Talan var um at brúka skinn, garvaða skræðu og klæði gjørd burtur úr eitt nú tara.

Ein av dómarunum, sum var við til at gera av, hvør skuldi vinna hesa avbjóðingina, var hátt virdi mótafotografurin, Tommy Ton úr Kanada.

Og nú kann roknast við, at bláa sniðgevingin fær enn størri uppmerksemi. Tí umframt at vera dómari, varð Tommy Ton eisini biðin um at avmynda pløggini – kolleksjónirnar – sum komu burtur úr hesum klædnaskapandi døgunum á Öström.

Farið varð runt um í Føroyum at finna umhvørvi, har modellirnar kundu avmyndast. Uppgávan ljóðaði uppá at hetta skuldi gerast í einum maritimum umhvørvi.

Nú hevur Tommy Ton so latið sínar útvaldu myndir á sosialu miðlarnar, so at hansara fleiri hundraðtúsund fylgjarar kunnu síggja, hvat hann fekk burtur úr túrinum til Føroyar.

Sjálvur var hann bergtikin av túrinum.

”Eitt ótrúliga læruríkt upplivilsi fyri betur at skilja menningarmøguleikarnar í blá bio-búskapinum og hvussu Norðurlond kunnu virka fyri at gagnnýta hetta tilfeingið”, skrivar Tommy Ton millum annað í nýggjastu dagføring síni á Instagram

Les eisini: Kendur mótafotografur til Føroya at avmynda øðrvísi sniðgeving

Les eisini: Myndir: Bláa avbjóðingin í Öström