Myndir: Dagin eftir eldin í Bónus

Jens Hákun Leo

07.12.2016 - 10:51

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Tað sá ikki so vakurt út í morgun uppi í Bónus í Hoyvík eftir eldin, sum var í gjárkvøldið.

Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var í morgun í hesum sambandi á staðnum og tók nakrar myndir av skaðanum, sum er íkomin av eldinum.

Sambært Niels Mortensen, stjóra í SMS, sum eigur Bónushandlarnar, er tað ikki nakar møguleiki fyri, at Bónus í Hoyvík letur uppaftur fyri jól.