Myndir: - Eg royndi, men tað eydnaðist ikki

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 21:26

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Føroya besti súkklari, Torkil Veyhe, iðraði seg eftir býarkoyringina í kvøld. Mest yvir, at hann varð tikin í seinastu løtu og harvið ikki fekk nakað heiðursmerki.

- Tað hevði verið stuttligari at komi heim við trimum heiðursmerkjum, viðgekk hann eftir spennandi býarkoyringina inni í trongu gøtunum í St. Helier í kvøld. Fleiri túsund áskoðarar vóru savnaðir kring rutuna, og stemningurin var avbera góður hetta fagra summarkvøldið.

Torkil gjørdi annars eina djarva roynd at sleppa undan hinum og fyrst á mál.

- Eg fór avstað í allar seinasta umgangi, men nakrar fáar hundrað metrar áðrenn mál varð eg heintaður, og beint áðren málstrikuna misti eg heiðursmerkjapláss.

Torkil Veyhe hevur enn ætlanir um at vinna sær heiður á súkkluni.

- Nú fari eg at royna at vinna onkra kapping í Danmark, segði hann avgjørdur eftir kappingina í kvøld.

Torkil súkklar í besta amatørbólkinum í Danmark, umboðandi súkklufelagið í Odder sunnan fyri Aarhus, har hann lesur til bygningsverkfrøðing.

Nógv spyrja hann um hann ikki hevur størri ambisjónir, nú hann byrjar at fáa góð úrslit.

- Eg kundi roynt at sloppið á eitt professionelt lið í aðru evropeisku røð, men eg eri ov gamal til tað. Eg kundi kanska sloppið á eitt kontinental lið, men so hevði tað verið sum hjálpari hjá onkrum øðrum. Tað tími eg ikki. Eg vil heldur sleppa á eitt gott danskt felag, og so vera við til at kappast um sigrar, sigur Torkil Veyhe.

Enn eru almennu úrslitini frá býarkoyringini ikki komin út, so vit kunnu ikki upplýsa, hvussu tað gekst hinum føroyingunum, ella hvussu teir liggja í liðkappingini.