Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Eldur í Bónus í Hoyvík

Sverri Egholm

06.12.2016 - 21:13

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Tað er helst eingin ivi um, at skaðin er stórur í Bónus í Hoyvík, har eldur varð fráboðaður fyrr í kvøld.

Nógvur roykur er at síggi inni í handlinum, og møguliga mugu allar vørurnar takast av hyllunum. Tað er tó ikki váttað enn.

Øll vórðu fingin út úr handlinum í góðari tíð, so eingin persónskaði stóðst av hendingini.