Mynd: Jens Kr. Vang

Myndir: Eldur í lastini á Vesturlandi

Redaktion

09.01.2017 - 11:21

Tíðindi >

Tá vit á Portalinum fyri løtu síðan høvdu eitt umboð hjá Skálafjarðar Sløkkilið í telefonini, visti viðkomandi at siga, at eldurin umborð á Vesturlandi var í lastini, har frammi í skipinum.

Eldurin var upprunaliga sløknaður, men kyknaði aftur í nátt, og er enn ikki sløktur, eftir at Brimil fyrr í morgin kom inn á Skála við Vesturlandi.

Áðurumrødda umboðið hjá Skálafjarðar Sløkkiliði helt í hesum viðfangi fyri, at tað enn var somikið heitt umborð á Vesturlandi, har sum eldurin var, at tað ikki var ráðiligt at fara í holt við at royna at sløkkja hann.

Hann helt tó eisini fyri, at eldurin er køldur nakað hesa seinastu løtuna, og at tað vónandi ikki gongur rúm tíð, áðrenn hann sløknar.

Myndirnar niðanfyri hevur myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, tikið.

Vesturland varð staddur á Føroya Banka, tá ið eldur kom í skipið um middagsleitið leygardagin. Einki skip var nærhendis, og tað vóru vánalig líkindi hjá tyrluni at fara úr Vágum.

Tað tók tyrluni einar 40 minuttir at flúgva út til Vesturland.

Øll manningin, sum taldi 10 mans, varð fingin upp í tyrluna í øllum góðum.

Tyrlan fleyg til Havnar og setti manningina av við Landssjúkrahúsið, tí at onkur av teimum hevði fingið royk í seg.

Brimil og Vædderen vóru hjá Vesturlandi gjáranáttina.