Magni Christiansen setti futt í Dungasand

Myndir: Endin druknaði í regni

Ingi Samuelsen

07.06.2015 - 11:54

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Tað byrjaði við nógvum regni og útseting, og tað endaði við regni, men tað órógvaði ikki góða stemningin á Dungasandi, hóast nøkur valdu av fara til húsa at kroka fyri nógva regninum.

Country- og bluesfestivalurin í Sørvági endaði í gjárkvøldið við eini væleydnaðari skrá. Tað var Magni Christiansen við sínum fróu tónum, sum fekk sett gongd í gestirnar á Dungasandi, serliga teir dansiglaðu.

Eftir hann kom íslendska bluestrioin, KK Band - eitt kompetent, tight, orkestur við rætta bluesandanum. Rætti bluesandin var sanniliga eisini at hóma hjá Froðbiar Blues Orkestri við tí altíð vælupplagda Kristian Holbech á odda. Hann megnaði at skapa hita, hugna og vælveru á festivalplássinum, hóast Dungasandur tá fór at drukna í nógva regninum.

Tað fór at regna, tá dugnaligu norðmenninir, The European Highwaymen, høvdu sína konsert saman við einum dugnaligum norsk-føroyskum bólki, har føroyska íkastið var Høgni Klakkstein á trummum og Eyðun Johannessen og bassi.

Norsku Arly Karlsen og G. Thomas góvu eitt ekta countryprogramm, væl blandað millum egnar sangir og kendar amerikanskar.

Vága leygarnáttin endaði fyrst við einum væluppløgdum Signari í Homrum, sum brendi eitt sett av Creedense og Fogerty-sangperlum, áðrenn teir fróu bluegrass-vágasound dreingirnir frá Blátt Gras endiliga sluppu á pallin at heilsa sunnudegnum vælkomnum.

Ein væl eydnaður countryfestivalur var komin at enda - í dag eiga truckararnir pallin.