Myndir: FIFA steypið lendi í bakandi sól í Vágum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

24.03.2018 - 18:12

Ítróttur > Ítróttur > Amerikanskur fótbóltur

Tað verður kallað steypið, sum flest fólk í heiminum tráða eftir.

Talan er um FIFA steypið, sum fjórða hvørt ár verður latið heimsins besta fótbóltslandsliði. Í løtuni er tað Týskland, sum hevur rættin til tað. Í summar verður aftur kappast um rættin, tá HM verður hildið í Russlandi.

Men áðrenn steypið fer til Russlands, verður tað flogið runt og flutt fram í tí mesta av heiminum. Seinnapartin í dag kom tað til Føroyar, og í kvøld hevur almenningurin høvi at síggja sera vakra og virðismikla steypið á einum serligum tiltaki á Tórsvølli.

Klokkan 16.40 lendi serliga flogfarið, sum Coca Cola, ein av høvuðsstuðlunum til HM-kappingina hevur leigað til endamálið.

Millum tey 18 ferðafólkini við flogfarinum var fyrrverandi franski landsliðsleikarin, Christian Karembeu, sum vann steypið í 1998. Hann er umboð fyri FIFA og Coca Cola á hesum framsýningartúrinum, sum hevur lagt leiðina fram við Føroyum, og Føroyar tóku ímóti við fagrasta sólskinsdegnum higartil í ár.

Flogfarið kom úr Oslo har tað varð sýnt fram fyrr í dag. Túririn hjá steyminum kring heimin byrjaði annars í Sri Lanka í januar, og síðan hevur tað ferðast í Asia, Suðurevropa, Eysturevropa, arabisku londunum, Afrika og aftur í Evropa: Italia, Fraklandi og Týsklandi, áðrenn norðurlendsku londini Noreg, Føroyar og Ísland verða vitjað.

Flogfarið fer víðari til Íslands tíðliga í morginárið. Síðani verður farið allan vegin til Suðuramerika, har steypið vitjar í Argentina og Kolumbia, síðan til Latínamerika, har tað vitjar Panama, Kosta Rika og Meksiko og síðan á rundferð í USA. Hereftir fer tað til Kina og Japan áðrenn tað kemur til Russlands 1. mai, har Vladivostok er fyrsti støðgur.

Flogfarið er eitt Boeing 737-33A, sum Coca Cola hevur leigað til endamálið.

Tá tað lendi fingu innbodnir gestir hjá Poul Hansen heilsølu, ið umboðar Coca Cola í Føroyum, høvi at vitja og síggja steypið umborð.

Síðan varð steypið stillað framman fyri flogfarið áðrenn ferðalagið legði kósina móti flogvøllinum.

Kappast hevur verið um hetta steypið síðan 1974, tá Vesturtýskland vann tað á fyrsta sinni eftir at Brazil hevði vunnið fyrra steypið - Jules Rimet-steypið - til ognar.

Silvio Gazzaniga hevur evnað steypið, sum er 36 sentimetrar høgt og gjørt burtur úr 5 kilo av 18 karat gulli. Tað ímyndar tveir mannaskabningar, ið halda jørðini.

Hesi lond hava átt rættindini til HM-steypið:

1974: Vesturtýskland
1978: Argentina
1982: Italia
1986: Argentina
1990: Vesturtýskland
1994: Brasil
1998: Frakland
2002: Brasil
2006: Italia 
2010: Spania
2014: Týskland