Mynd: EPA

Myndir: Fleiri hundraðtúsund mótmæltu

Sverri Egholm

08.10.2017 - 16:50

Tíðindi >

Fleiri hundraðtúsund hava í dag mótmælt, at Katalonia, ætlar at loysa frá Spania.

Vanliga gera teir ikki nógv um seg, katalonar, sum ynskja at framvegis vera ein partur av Spania, men í dag hava fleiri hundraðtúsund mótmælt hesum í Barcelona, skrivar dr.dk.

Í farnu viku var skipað fyri fólkaatkvøðu um loysing, og heili 90 prosent atkvøddu fyri loysing. Hinvegin vóru tað bara 42,3 prosent av veljarunum, sum vóru á vali.

Tað er felagið Societat Civil Catalana, sum hevur skipað fyri mótmælisgonguni.