Myndir: Flogbóltskvinnurnar í finaluni

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 15:24

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Føroyar skal aftur í ár spæla um gullið í flogbólti fyri kvinnur.

Føroyska kvinnulandsliðið, sum hevur spælt rættiliga sannførandi í hesum oyggjaleikum vunnu í dag lættliga semifinaluna móti Menorca.

Úrslitið gjørdist 3-0. Settúrslitini vóru 25-16, 25-12 og 25-12.

Finalan verður spæld í morgin klokkan 12.30. Mest sannlíkt er, at Saaremaa verður mótstøðuliðið. Saaremaa vann sín innleiðandi bólk sannførandi, og skulu spæla sína semifinalu nú klokkan 17 móti Álandi, sum Føroyar uttan stórvegis trupulleikar vunnu á í innleiðandi bólkinum.

Samstundis sum Saaremaa og Áland spæla sína semifinalu, skulu føroysku harrarnir spæla sína semifinalu, eisini móti Álandi.