Steen Rói Lorenzen skorar seinasta stigið fyri Føroyar á oyggjaleikunum

Myndir: Føroyingarnir taptu og lærdu




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 16:12

Ítróttur >

Føroyar fingu bank í seinasta dysti í kurvabóltshøllini, men avrikið varð góðtikið.

Føroyska kurvabóltslandsliðið hevur møtt hørðum avbjóðingum á oyggjaleikunum. Fyri fyrstu ferð vóru Føroyar umboðaðar í kurvabólti, og tað var greitt frammanundan, at luttøkan var fyri at læra og ikki fyri at vinna.

Seinasti dystur var móti Gotlandi, sum lá næstniðjast í bólkinum. Úrslitið gjørdist 77-43 til Gotland, og tað er eitt nógv meira heiðurligt úrslit enn í teimum fyrstu dystunum, tá Føroyar taptu fyrst 99-35 til Isle of Wight, síðan 110-18 móti Guernsey og 71-18 móti Bermuda.

Úrslitið skal síggjast í ljósinum av, at Føroyar ikki hevði sín besta leikara við. Janus Jakobsen keikti sær fótin í næstseinasta dysti, og mátti sita uttanfyri móti.

Hóast føroysku mistøkini á vøllinum vóru nógv, so kundi Janus av síðulinjuni staðfesta, at føroyska spælið var munandi batnað í mun til fyrsta dystin á oyggjaleikunum.

Spælararnir hava jú onga dystarvenjing. Teir hava spælt eitt sindur móti hvørjum øðrum í Føroyum. Onkur fyrrverandi spælari er kallaður inn og onkur einstakur, sum hevur spælt eitt sindur av basket uttanlands.

- Tað góða við oyggjaleikaluttøkuni er, at áhugin er skaptur, og alt bendir á, at tað verða trý lið, sum bjóða seg fram komandi vetur, og so kunnu vit seta eina kapping í verk, sigur Janus Jakobsen.