Myndir: Føroyska fiskivinnan á sølumessu í Brússel



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

26.04.2017 - 22:29

> Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Níggju føroyskar fyritøkur eru við á heimsins størstu ráðstevnu innan fiskivinnu, Seafood Expo Global, sum í hesum døgum er í Brússel.

Ráðstevnan byrjaði í gjár og heldur fram til í morgin seinnapartin. Fyritøkurnar eru á einum felags bási fyri Føroyar.

Sum skilst gongur sølan hjá føroysku fyritøkunum sera væl.

Fyritøkurnar, sum luttaka á ráðstevnuni eru Bakkafrost, JFK, North Pelagic, Pelagos, Hiddenfjord, Fiskavirkið, Varðin, Landshandilin og Rainbow Seafood.