Myndir: Føroyskir triatleter í stríði móti klokkuni

Ingi Samuelsen

25.06.2017 - 17:50

Ítróttur > Ítróttur > Triathlon

Føroyar høvdu fult lið við hjá monnunum í triathlon á oyggjaleikum í dag.

Menninir byrjaðu tveir tímar eftir kvinnurnar, og tá vóru líkindini kanska nakað frægari at svimja í sjónum, hóast aldan framvegis var høg og órógvaði svimjingina nógv.

Føroysku menninir blandaðu seg ikki toppstríðnum. Vinnari gjørdist Daniel Halksworth av Jersey í stórum stíli við tíðini 1 tíma og 45 sekund, 1 minutt og 46 sekund framman fyri nummar tvey. Halksworth vann eisini kappingina á Jersey fyri tveimum árum síðani.

Nummar tvey gjørdist Nil Riudavets Victory av Menorca og nummar trý gjørdist Bobby Oag av Orknoyggjum.

Best føroyingur var Andras Joensen við tíðini 2:01:47,1 á 37. plássi. Kári Davidsen gjørdist nummar 49 við tíðini 2:09:27,9, Gunnar Dahl-Olsen varð nr. 51 við 2:10:01,3 og Hanus Debes Joensen gjørdist nummar 57 í tíðini 2:15:45,6