Myndir: Forsetin á vitjan í Havn og Argjum

Ingi Samuelsen

17.05.2017 - 12:59

Tíðindi >

Íslendsku forsetahjúnini Guðni Th. Jóhannesson og frú Eliza Reid vitja í dag í høvuðsstaðnum. Miðbýurin í Havn varð prýddur við føroyskum og íslendskum fløggum uttan yvirhøvur at taka atlit til at tað er Noreg, ið heldur tjóðardag í dag. (Sigast skal tó, at bussarnir flagga við norskum flaggi í dag)

Byrjað var við einum bókmentatiltaki hjá Kathrinu Christiansen, og síðan varð farið niðjan í ráðhúsið, har Annika Olsen, borgarstjóri og alt býráðið tók ímóti.

Eftir vitjanina á Vaglinum varð farið út á Argjahamar at hyggja eftir nýggja skúlanum har.

Síðan varð farið á Sev og seinnapartin - eftir eina máltíð frá kommununi í Müllers Pakkhús, er tað Landsstýrið og Løgtingið, ið skulu hava forsetavitjan. 

Á Argjahamri fekk forsetin handað sermerkta íslendska fløskupostin við ásettum gps-sendara, sum herfyri varð funnin í Føroyum. Hann lovaði at taka fløskupostin við yvir til Íslands, so røttu eigarar fingu hann aftur.