Myndir frá formansumfarinum

Ingi Samuelsen

02.09.2015 - 08:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tá nývaldu tingfólkini einaferð út á fyrrapartin rakna við eftir sigursveitslurnar í nátt, kann roknast við, at fundarvirksemið fer at blóma við atliti til skipan av nýggjari samgongu eftir løgtingsvalið í gjár.

Mest natúrliga samgongan er millum andstøðuna, sum var á tingi hvørs flokkar allir gingu fram. Tað vil siga, at við eini framgongd upp á einans 11 atkvøður, var talan um eina lutfalsliga afturgongd upp á 0,2 prosentstig hjá Nýggjum Sjálvstýri. Men tilvildin vildi tað so, at flokkurin gekk fram við einum tingsessi og tvífaldaði umboðanina úr einum til tveir tingmans. 

Andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri, fingu tilsamans 19 tingsessir. Í prinsippinum kunnu teir báðir stóru flokkarnir skipa eina smala samgongu við bara øðrum av teimum smáu.