Myndir frá regattuni í Vestmannasundi

Ingi Samuelsen

21.05.2016 - 16:38

Tíðindi > Norðstreymoy - Vestmanna

Bátastevna er í Vestmanna hetta vikuskiftið, og seinnapartin í dag var so tann stóra regattan, har bátarnir savnaðust við Fútaklett undir Vágalandinum og fylgdust norð gjøgnum Vestmannasund og inn á Vestmannahavn.

Hugnin er í hásæti við hópin av bátum, men eisini nógvum húsvagnum. Stórt tjald er sett upp á havnarøkinum, og bæði í gjárkvøldið og aftur í kvøld verður tónleikur.

Tá bátarnir komu inn í dag, varð borðreitt við suppu til bátastevnuluttakararnar, meðan stórt harmonikulið setti sín dám á dagin.