Myndir frá setanini av mentanardøgunum

Ingi Samuelsen

15.09.2017 - 07:42

Mentan > Sundalagið

Mentanarvikan í Sunda kommunu varð sett í gjárkvøldið við einum tiltaki í Eydnuni á Oyrarbakka.

Høvuðshendingin á fyrsta kvøldinum var avdúkingin av ársins mentanaravriki, sum í ár fór til Leguhúsið í Nesvík.

Les: Leguhúsið í Nesvík heiðrað sum ársins mentanaravrik

Á setanini var eisini framløga av útbyggingarætlanini hjá Leguhúsinum. Eisini var sangur á skránni, og sjónleikur við einum bólki, ið kallar seg Fýra Fínar Frúur.

Mentanartiltøkini halda so fram í dag og fram til komandi leygardag, tá mentanarvikan endar við siðbundna Stakksdegnum í Tjørnuvík.

Í dag verður dukkusjónleikur á Oyrarbakka, listaframsýning og barnasangur í Hósvík, og konsert við Guðrið Hansdóttir í gjónni við Gjógv, um viðrar, annars á Gjáargarði. Leikurin hjá teimum Fýra Fínu Frúunum verður eisini framførdur í bygdarhúsinum við Gjógv í kvøld.

Skráin fyri Mentanardagarnar í Sunda kommunu er sera fjølbroytt. Hon kann síggjast her.