Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Framkomið uppsjóvarskip á Havnini

Kiran Jóanesarson

28.06.2016 - 21:29

> Tíðindi > Føroyar

Framkomna uppsjóvarskpið Ruth, stevndi inná Havnina í kvøld.

Eftir at skipið heilsaði í Kvívík um 18 tíðina í dag, settu teir kós móti Havnini, har teir komu um 22 tíðina. Ruth skal hava útgerð frá Vónini, og tað er tí, at skipið er komi til Føroya.

Ruth liggur meginpartin av morgindegnum, og tá ið útgerðin er komin umborð, verður farið aftur til fiskiskap.