Marius Joensen, hevur tryggja Føroyum tvey gull higartil - sum einstaklingur og sum lið saman við Sámal Debes

Myndir: Góð úrslit á skjótibreytini – tvey gull longu vunnin

Ingi Samuelsen

01.07.2015 - 15:20

Ítróttur > Ítróttur > Skjóting

Á skjótivøllinum á norðurstrondini á Jersey, longst burtur frá øllum meldrinum, gongur væl hjá føroysku leirdúgvuskjúttunum.

Í gjár komu tvey gullheiðursmerki í hús, tá Marius F. Joensen í kappingini Olympic Skeet vann gull. Í finaluni vann hann 14-13 á einum álendingi.

Hin skeet-skjúttin, Sámal Eyðstein Debes, endaði á sjeynda plássi. Í liðkappingini gjørdust teir báðir suverenir meistarar við 174 dúgvum tilsamans, 7 fleiri enn Áland, sum gjørdist nummar tvey.

Í kappingini Automatic Ball Trap luttóku Finn Ludvig og Alex Johannesen, sum gjørdust ávikavist nummar 11 og 16. Í liðkappingini gjørdust teir akkurát ov stuttir til bronsuheiðursmerki. Teir raktu eins nógvar dúgvur sum Sark, men taptu umskjótingina um triðja plássi.

Í dag luttóku Marius F. Joensen og Sámal Debes í English Skeet – ein grein, ið teir vanliga ikki venja heima, men kortini høvdu vónir um at fáa gott úrslit í. Finn og Alex skutu Universal Trap.

Meira um tað seinni.