Rógvi Mikkelsen

Myndir: Golf-leikararnir í gongd í Gotlandi

Ingi Samuelsen

27.06.2017 - 13:10

Ítróttur > Ítróttur > Golf

Í dag byrjaðu kappingarnar hjá golfleikarunum, sum eru við til oyggjaleikir á Gotlandi.

Fimm føroyskir golfspælarar eru við. Finngerð Sólbjørg Clark er - aftur hesaferð - einasti kvinnuligi luttakari, meðan mansliðið hesaferð er mannað av Ragnari Isaksen, Janusi Norðberg, Líggjasi Jógvanssyni og Rógva Mikkelsen.

Í dag spæla teir á breytini hjá Slite Golfklub. Býrin Slite er tann næststørsti býurin á Gotlandi, og liggur á eysturstrond Gotlands, um 35 kilometrar frá Visby.

Í morgin skulu golfararnir royna seg á Visby Golfklub - hóast navnið liggur vøllurin 25 kilometrar sunnan fyri Visby. Hetta verður mett at vera ein sera góður vøllur, er raðfestur sum triðbesti í øllum Svøríki.