Jógvan Niclasen vann gull í compound mann-móti-manni

Myndir: Gull til Jógvan Niclasen í bogaskjóting

Ingi Samuelsen

01.07.2015 - 19:15

Ítróttur > Ítróttur > Bogaskjóting

Føroyar fingu enn eitt gullheiðursmerki á oyggjaleikunum í dag. Tað var Jógvan Niclasen, sum vann gull í mann-móti-manni kappingini í compound.

Jógvan skjeyt seg sikkurt fram til finaluna, har hann møtti Micael Lerberg av Gotlandi, og skottryggi føroyingurin vann 128 móti 114.

Hjá kvinnunum kom Anja Johansen í bronsufinaluna, men tapti við tveimum ørvum móti einum manoyingi.

Sigrid Vang var eisini við í hesi kappingini, hon varð sligin út í 1/8-finaluni. Hjá monnunum gjørdist fjórðingsfinalan endastøðin hjá Albert Dam, menað Kaj Johannessen varð sligin út í 1/16-finaluni.

Í hinari greinini, recourve, varð eisini spælt mann móti manni, men her gekk verri.

Absalon Hansen var annars favorittur. Hann skjeyt sera væl í kvalifiseringskappingini í gjár, og varð tí styrkismettur sum nummar eitt. Men Absalon tapti móti einum orknoyingi í fjórðingsfinaluni.

Oddmar Nielsen var so óheppin at møta Absalon í 1/16-finaluni, og tað gjørdist endastøðin hjá honum.

Jastrid M. Jensen spældi seg fram til fjórðingsfinaluna, har hon tapti móti einum skjútta frá Jersey.

Myndirnar eru frá kappingini fyrr í dag.