(Mynd: EPA)

Myndir: Harbin - ein ævintýrligur heimur úr ísi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.02.2017 - 09:40

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Í hesum døgum verður 33. altjóða kava- og ísfestivalurin hildin í norðurkinesiska býnum Harbin.

Ein ævintýrkend verð burtur úr ísi er bygd upp við vøkrum bygningsverkum. Men á festivalinum verður eisini bjóðað av at svimja í ísakøldum vatni, og so brúka nógv forelskað pør høvið til at giftast í ævintýrkenda umhvørvinum.