Mynd: EPA

Myndir: Illir íslendingar kasta við eggum og øldósum

Sverri Egholm

04.04.2016 - 21:06

Tíðindi >

Illir íslendingar hava móttalt á Eysturvøllinum frammanfyri Altinginum í dag. Sambært íslendskum miðlum eru tað heili 22.000 fólk sum vóru við í mótmælinum. Kastað var við eggnum, øldósum í vreiði. Fyrr í dag var tað onkur sum hevði kastað jogurt á Altingið, skriva útlendskir miðlar.

Íslendingar mótmæltu meðan Altingið viðgjørdi eitt uppskot um misálit á forsætismálráðharran, Sigmund Davíð Gunnaugsson eftir at tað er komið fram at hann hevur havt tillknýti til eitt felag, sum er skrásett í skattaskjóli uttanlands. Felagið hevur eisini havt krav mótvegis kollsigldum íslendskum bankum.

Blaða gjøgnum myndirnar niðanfyri.