Tummas Hans Gaardlykke aftanfyri

Myndir: Javnaðarfólk hava fingið dirvið aftur

Ingi Samuelsen

18.04.2015 - 11:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

- Takk fyri, at tú hevur megnað at fáa okkum javnaðarfólk til aftur at vera stolt av at vera javnaðarfólk.

Henda heilsanin frá einum av veteranunum í Javnaðarflokkinum, Tummas Hans Gaardlykke, til Aksel V. Johannessen floksformann, lýsir rættiliga væl huglagið á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Havn í dag.

Javnaðarfólk hava fingið dirvið aftur. Tað eydnaðist Akseli V. Johannessen við eini eggjandi røðu at fáa javnaðarfólk upp á tærnar og gera seg til reiðar til tað stríðið, sum skal til fyri at sleppa flokkinum fram at valdinum aftur.

Tí takkarkvøðurnar til formannin vóru nógvar, tá røða hansara kom til viðgerðar. Viðgerin av formansrøðuni er ikki liðug enn – tað er matarstøðgur nú.

Uppskotið um at hálvera kostnaðin av barnaansingini fyri seinni at taka hann heilt av, var sera væl móttikið, hóast onkrir kommunalpolitikarar ávaraðu móti at geva lyfti uttan heilt at hava greiði á, hvussu lyftini skulu fíggjast.

Fundurin og kjakið ber prógv um, at stættarstríðið er vakt aftur.

- Stættarstríðið varð jarðað fyri nøkrum árum síðani, men tað er als ikki av enn, segði Jákup Danielsen.

Og Kristoffur Gaardlykke var meira beinleiðis í sínum útsøgnum:

- Føroyar skulu ikki gerast eitt samfelag fyri spekulantar og strámenn fyri hollendarar, segði hann, og kom við hesum ískoyti til kjakið um íbúðarstøðuna.

- Um ein arbeiðsmaður ella handverkari ikki hevur ráð til at búgva í høvuðsstaðnum, so er tað eitt sjúkt samfelag, vit búgva í.

Rigmor Dam, tingkvinna, tók íaftur ætlanina um fólkavøkstur, sum tykist at vera parkerað.

- Vit skulu gera Føroyar til eitt land, har kvinnurnar trívast, tí tað er ein sannroynd, at tað eru kvinnurnar, sum gera av, hvar familjan støðist og vil búgva, segði hon.