Dragin, Thorshavn og Norðlýsið. Mynd: Jens Kr. Vang

Myndir: Kósin sett móti Vági

Sverri Egholm

08.07.2016 - 11:17

Mentan >

Í gjár var siglt á Nólsoyarfjørði og inn á Havnina, og nú varð kósin sett móti Vági, har skipini leggja at bryggju klokkan 18 í kvøld.

Nógv er á skránni í Vági um vikuskiftið, har Nordisk Kystkultur er. Í hesum sambandi eru fleiri norðurlendskir bátar eisini við í fylginum, sum nú er á veg til Vágs.

Myndamaður okkara fekk nakrar myndir tá skipini fór úr Havn fyrrapartin.