Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Kristina hitaði upp til Summarfestivalin í Steinatúni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

09.08.2017 - 18:27

Mentan > Mentan > Tónleikur

Seinnapartin skipaði Tórshavnar kommuna fyri konsert við Kristinu Bærendsen í Steinatúni. Tjald var sett upp, so tónleikararnir kundu standa turrir um tað skuldi farið at regna.

Og tað hevur regnað í dag, og tað gjørdi tað eisini beint áðrenn konsertin byrjaði, men tá Kristina Bærendsen byrjaði at syngja sleit í.

Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær í Steinatún, sum fyri stuttum varð skipað av nýggjum við miðbýartorgi. Kristina var, sum altíð, í góðum lag og í sólini, sum kom fram, sjarmeraði hon seg inn á áhoyrararnar.

Hetta var ein upphiting til Summarfestivalin, tí leygardagin spælir Kristina Bærendsen aftur við bólki á Vágsbøi. Tað gjørdi hon eisini í fjør, men hon slapp bara at spæla tveir sangir áðrenn konsertin varð avlýst.

Higartil lova veðurforsøgninar gott veður leygardagin, so helst sleppur countrydrotningin at spæla nøkur væl fleiri løg hesuferð.