Mynd: Jens Kr. Vang

Myndir: Læknaviðtalan í Kollafirði eftir innbrotið í gjár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

15.02.2017 - 10:00

Tíðindi > Norðstreymoy - Kollafjørður

Sum vit søgdu frá í gjárkvøldið, fekk løgreglan klokkan 18.10 í gjár fráboðan um, at ein maður var í holt við at bróta seg inn í læknaviðtaluna í Kollafirði.

Løgreglan var skjót á staðnum og tók mannin, og varð maðurin síðan tikin við til Havnar, har hann varð avhoyrdur.

Vakthavandi upplýsir, at maðurin nú er skuldsettur fyri innbrot.

Myndamaður okkara, Jens Kr. Vang, var í morgun í Kollafirði og tók myndir av læknaviðtaluni í Kollafirði eftir innbrotið í gjárkvøldið. Sum sæst á myndunum er onkur hurð illa farin, og somuleiðis er okkurt vindeyga illa farið.