Myndir: Landsliðið venur á Tórsvølli

Ingi Samuelsen

09.10.2016 - 12:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stórur áhugi var fyri venjingini hjá føroyska landsliðnum á Tórsvølli á middegi í dag. Eitt vælmannað lið av fjølmiðlafólki úr Portugal er komið at siga frá dystinum í annaðkvøld.

Miðlarnir fingu eitt gott korter saman við spælarunum á Tórsvølli, og so vórðu miðlarnir sendir út, tí Lars Olsen ikki er sinnaður at loyva miðlunum at fylgja við teimum seinastu fyrireikingunum til dystin.

Klokkan 13.15 hevur Lars Olsen tíðindafund í FSF-húsinum