Rói Didriksen

Myndir: Manningin umborð á North Ocean verður bjargað

Hallur av Rana

07.01.2015 - 00:22

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Í gjárkvøldið kom eldur í maskinrúmið á russiska trolaran North Ocean, ið lá 90 fjórðingar í ein útsynning sunnan úr Suðuroynni. Skipið sendi út eitt neyðarkall og skjótt vóru Brimil og Tetis hjá skipinum.

Les eisini: Brimil: Sleipið gongur væl við 8 míla ferð

Seks fólk vórðu flutt umborð á Brimil og tólv á danska sjóverjuskipið Tetis, sum hevur sett kós móti landi aftur. Brimil sleipar í løtuni skipið, ið væntandi kemur at landi í morgin.

Rói Didriksen, ið siglir við Brimil, hevur tikið hesar myndirnar.