Myndir: Megnaði ikki at súkkla frá hinum – bronsa til Torkil

Ingi Samuelsen

30.06.2015 - 14:46

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Tað lá til tað heilt stóra hjá besta føroyska súkklaranum, Torkil Veyhe, í dag. Men vónirnar um gull hildu ikki. Torkil gjørdist nummar trý um málstrikuna, og tryggjaði Føroyum og føroyskari súkkluítrótt eitt flott bronsuheiðursmerki.

Sokallað landavegssúkkling var á skránni í dag. Súkklararnir súkklaðu 8 umgangir à 14 kilometrar í bakkalendinum við eysturstrondini á Jersey, nærhendis kongaligu golfbreytina. Helvt um helvt á slætta lendinum oman móti strondini og uppi í brekkunum omanfyri.

Beinanvegin gjørdi Torkil Veihe um seg í oddinum. Meðan hinir súkklararnir mistu sambandi við teir fremstu, var tað føroyski súkklarin, sum setti ferðina har frammi. Tað sá ógvuliga gott út, og vónirnar kring málstrikuna var, at hetta fór at vera stórt.

Tá trý umfør vóru eftir, lá Torkil saman við trimum øðrum, umleið 3 minuttir niður til teir næstu.

- Hann fer frá teimum í brekkunum á seinasta umfari, søgdu tey serkønu á máløkinum.

Tá so farið var út á seinasta umgang, sá alt út til at ganga hjá Torkili. Men tá teir so sóust aftur, umleið 12 minuttir seinni, var Torkil ikki sloppin frá hinum, og tapti spurtin og var í máli sum nummar trý eftir ein frá Saarema og ein manoying.

Torkil var als ikki ónøgdur við avrikið.

- Eg royndi at koyra frá teimum, men eg manglaði akkurát tað síðsta í seinastu brekkuni, so eg slapp ikki leysur. Spurtur er ikki mín sterkasta grein, og hinir vóru eisini góðir, eftirmetti Torkil eftir túrin.

Tað gekk ikki væl hjá hinum súkklarunum – nærmast illa.

Bogi Kristiansen mátti gevast so at siga beinanvegin. Hann hevði trupulleikar við elektroniska gear-skiftinum.

Hinir tríggir – Gunnar Dahl-Olsen, Jóanis Albert Nielsen og Dávur Magnussen fylgdust í einum bólki, sum alsamt misti tíð til oddin, og tá trý umfør vóru eftir, vórðu teir tiknir úr.

Skipanin er soleiðis, at kappingarleiðslan støðgar teimum súkklarunum, sum ikki kunnu gera seg galdandi, og sum eru í vanda fyri at verða innheintaðir við einum umfari.

Dávur Magnussen valdi at spurta seinasta strekkið, og gjørdist sostatt tann besti í hesum bólkinum.

Tað var tað minsta eg kundi gera, segði ein sera vónbrotin Dávur Magnussen. Hann hevði ætlað at hildi sær har frammi, men brekkurnar vístu seg at vera heldur drúgvar, og í øðrum umfari misti hann sambandið við sokallaða høvuðsfeltið, og í hinum bólkinum var ongin vilji til at heinta tað mista innaftur, og so var ikki meira at kappast fyri.