Myndir: Móttøka fyri fimleikarunum

Sverri Egholm

02.07.2017 - 15:26

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Seinnapartin skipaðu fimleikafeløgini fyri móttøku í FIMI í Gundadali.

Her vóru føroysku fimleikararnir, sum hava verið í Gotlandi á oyggjaleikunum, heiðraðir fyri góða avrikið.

Tað bleiv til 4 gull, 9 silvur og 6 bronsuheiðursmerkir, sum má sigast at vera sera gott.