Mynd: Sverri Egholm

Myndir: Nósi komin á land við Müllers Pakkhús



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

23.01.2018 - 14:55

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Í morgun løgdu fólk sum gingu framvið Müllers Pakkhúsi í Havn merki til ein nósa, sum var grulvaður upp á land.

Hann liggur har enn, og vit vóru og tóku nakrar myndir fyri løtu síðani.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum undir Tjóðsavninum heitir á fólk um ikki, at fara ov nær.

- Nósin sær lítil og fittur út, men um hann bítur kann tað fáa keðiligar avleiðingar, sigur hann.

Les annars meira um kópin og samrøðu við Bjarna Mikkelsen her